Brúsajøkils kvæði
#############################
Video Source: www.youtube.com/watch?v=WA-wRAN-V4I
Niels á Velbastað skipar Brúsajøkils kvæði saman við Dansifelagnum í Havn. Upptøkan er gjørd í Hornahúsunum av SvF í 2004. Trýstið á undirtekstir fyri at fáa tekstin. Hetta er eitt brot av kvæðinum - alt kvæðið finst á fløguni Føroyskur Dansur, 16 , sum plátufelagið TUTL hevur útgivið. • Ásbjørn Tórálvsson fer norður fyri Herjalond at taka dýrgripir frá Brúsajøkli. Ásbjørn stjelur allar dýrgripir Brúsa, men at enda drepur Brúsi hann. Bróður Ásbjarnar, Ormar, fer norður at krevja bøtur fyri Ásbjørn. Við tógvið stríð kemur hann í helli Brúsa. Ormar risti kross í gluggar og dyr, so Brúsi ikki kundi læsa hellið. Teir fara til hendurs, og tá ið Ormar stendur fyri falli, svør hann Ólavi kongi trygdareið. Hetta hjálpir og Ormar fær beint fyri Brúsa og ognast allar dýrgripirnar. Tó fær kongur burturav. • Í dansitíðini skipar Dansifelagið í Havn vanliga fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20.00, og vanligum dansi í Hornahúsunum, kl. 22.00. Sí nærri á / danshavn ella http://www.danshavn.org • Niels á Velbastað is the lead singer of Brúsajøkils kvæði (the ballad of Brúsajøkil) together with Dansifelagið í Havn (the Faroese Chain Dance Association in Tórshavn). The recording was made by SvF (the Faroese Broadcasting) in 2004. Click on subtitles for the text in Faroese. This is a part of the ballad - the full ballad is on the CD Føroyskur Dansur, 16 published by TUTL. • Ásbjørn Tórálsson travels north to Herjaland (the land of devastation) to try to steal the treasure of Brúsi, the giant. He succeeds in stealing the treasure, but in the end Brúsi kills Ásbjørn. Ásbjørn's brother, Ormar, sets out to demand reparations from Brúsi for the death of Ásbjørn. After a rough and dangerous journey north, Ormar finally comes to the cave of Brúsi. Ormar makes the sign of the cross on every window and door, preventing Brúsi from locking his cave. The battle soon begins and just when Ormar feels he is about to give up he swears allegiance to King Olav. This revives Ormar and he leaps after Brúsi and slays him. For this deed he lays claim to all the treasure, and the King gets some of it.
#############################